Samkoman í Siloa er ein livandi samkoma, at børn, ung, tilkomin og eldir trívast og fáa sína andaligu føði.
Siloa hevur sítt serliga pláss í føroyska samfelagnum, við tí ávirkan fólk úr Siloa hava havt og hava á trúarlív, sang, tónleik og føroyskt mál.
Ein stuttur søguligur samandráttur av samkomusøguni kann lesast her: Samkoman í Siloa í Fuglafirði – Søguligur samandráttur
“Missiónssøgan í Føroyum” var heiti á fyrilestri ið Zacharias Zachariassen, sáli, helti á trúboðanarstevnu í Runavík á páskum í 2007. Hesin fyrilestur kagar í bakspegli í missiónssøguna í Føroyum, sum hevur myndað samkomunar á mangan og ymsikan hátt. Les her: Missiónssøgan í Føroyum (Zacharias Zachariassen)